Innanlands

Gekk seg fastan í Kunoynni

Boð vórðu send eftir bjargingarfólki at hjálpa einum manni í fjøllunum í gjár, ein hundaeigari fær bót fyri at lata hundin ganga leysan, og løgreglan handtók ein mann, sum gekk ólátaður í býnum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-03 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, um klokkan hálvgum eitt, fekk løgreglan eina fráboðan frá einum manni, sum var farin ein túr í fjøllini omanfyri Kunoy og hevði gingið seg fastan.

Bjargingarfólk vórðu boðsend, og tá tey høvdu funnið mannin við dronu, vórðu staðkend fólk send út at fylgja manninum oman aftur, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Í gjár varð eisini ringt til løgregluna at boða frá, at ein hundur gekk leysur og var farin eftir hønunum í einum høsnarhúsi í høvuðsstaðarøkinum.

Eigarin av hundinum fær eina bót fyri at lata hundin ganga leysan, umframt at hann skal gjalda eitt upptøkugjald til aktingarmannin. Eisini verður eitt møguligt endurgjald fyri eina hønu, sum hundurin tók lívið av.

Í gjárkvøldið klokkan 22 varð løgreglan eisini boðsend, tí ein maður gekk ólátaður í býnum. Løgreglan tók hann við á politistøðina at sova rúsin av sær, og klokkan sjey í morgun varð hann leyslatin aftur, sigur løgreglan, sum leggur afturat, at tað annars hevur verið heilt friðarligt í nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder