Tað hevur gingist stak væl hjá fyrstu tónleikaverkætlanini á heimasíðuni hopfigging.fo, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík rekur. Hópfíggingarverkætlanin hjá Elini Brimheim Heinesen fór av bakkastokki 1. mai. Longu 6. mai vóru yvir 100 prosent av teim 60.000 krónunum, ið søkt var um, komin inn.
Tá høvdu 131 fólk verið inni og stuðlað verkætlanini við upphæddum frá 100 krónum heilt upp í 5.000 krónur. Tilsamans 62.700 krónur.
Málið var at savna í minsta lagi 60.000 krónur fram til 9. juni. Rakk Elin ikki málinum innan freistina, høvdu allir pengarnir fallið aftur til stuðlarnar. Men nú kann Elin anda róliga aftur, tí nú kann hon varðveita upphæddina, ið er komin inn.
- At tað fór at ganga so skjótt at koma so langt, hevði eg als ikki roknað við! Eg kenni meg eyðmjúka og eri sera takksom fyri stuðulin, sigur Elin, ovfarin av stóru undirtøkuni.
Elin søkti fígging til útseting og innspæling við symfoniorkestri og kóri av lag, sum hon hevur gjørt til yrkingina ”Sóleyan” hjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen, eins og hon gjørdi við lagið ”Eitt dýpi av dýrari tíð”.
Kostar meira at spæla lagið inn
- 60.000 krónur røkkur langt, men upphæddin er ikki nóg stór til bæði at gera útseting og at spæla lagið Sóleyan inn fyri, sigur Elin.
- Tað kostar væl meira at spæla eitt lag inn við fullum symfoniorkestri, har øll skulu hava løn fyri ómakin. Eg kann gott fáa eina innspæling við einum eysturevropiskum symfoniorkestri bíligari, enn um tað var spælt inn í Føroyum. Men tað hevði nú verið stuttligari, um hetta gjørdist ein fult føroysk verkætlan, har eg kundi brúkt Føroya Symfoniorkestur. Men so tosa vit um nógv størri upphæddir.
Hvussu stóran part av fíggingini tað fer at eydnast at fáa inn restina av tíðini, fer tíðin at vísa.
- Tað týdningarmesta er hóast alt at hava fingið nóg mikið til at gera útsetingina fyri symfoniorkestur og kór. Tað er størsta avbjóðingin, sigur Elin.
Elin hevur tosað við leiðsluna í Føroya Symfoniorkestri. Tey eru jalig og hava sagt, at um ein útseting av lagnum kemur fyri symfoniorkestur, so vil Føroya Symfoniorkestur fegið spæla lagið til eina av teirra konsertum.
– Skuldi eg verið so heppin, at tað koma fleiri pengar inn umvegis hopfigging.fo, enn tann upphæddin, eg setti sum mál, so fara teir sjálvsagt allir beint til endamálið. Jú meira kemur inn, jú meira økir tað um møguleikan fyri, at hetta kann gerast ein verkætlan, sum verður gjøgnumførd einans við føroyskum luttakarum, sigur Elin Brimheim Heinesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald