Tað tók eina rúma løtu at fáa gekkin avgreiddan í sjónvarpinum í kvøld. Ein maður av Morskranesi ringdi inn við fullari plátu, og tað gekk snøgt sagt illa at fáa gekkahjólið í gongd.
Roynt var í fleiri umførum, men einki vildi rigga.
Almenna telefonsamrøðan við vertin og morskranesmannin bleiv eisini brotin av í tveimum førum meðan fólk í tøknirúminum royndu at fáa greiði á tekniska trupulleikanum.
Eftir 15 minuttir ella so við tómgongd í sjónvarpinum, bleiv ein loysn funnin hjá gekkavinnaranum og síðan riggaði hjá honum at trýsta á "eitt" fyri at seta í gongd og "null" fyri at steðga.
Maðurin av Morskranesi fór til síðst avstað við 40.000 krónum.
- Hetta er góð tímaløn, helt hann væl nøgdur fyri.
Gekkurin verður næsta fríggjakvøld 1,2 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald