Mentan

Gekkurin fór ikki í kvøld

Guðrið Stensen fór avstað við 60.000 krónum

2019-10-18 20:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í kvøld var nógv uppá spæl í Gekkinum. Stóri vinningurin var 2,2 milliónir.

Guðrið Stensen úr Havn kom ígjøgnum við fullari plátu, og slapp at royna seg á gekkahjólinum.

Í fyrsta snari rakti hon á 10.000 krónur, og hetta varð faldað við fimm. Hon valdi at royna eydnuna enn einaferð. 

Aðru ferð kom hon á 20.000 krónur, sum varð faldað við trý. Hetta var ov gott til at fara víðari, og Guðrið valdi at taka av teimum 60.000 krónunum.

Næsta fríggjakvøld er Gekkurin 2,4 milliónir krónur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder