Hon segði nei takk til fyrst 75.000 krónur og síðani 30.000 krónur. Rætt gjørdi hon, tí í síðsta enda kundi hon siga ja takk til 200.000 krónur.
Marta Hentze av Sandi kom ígjøgnum í Gekkinum við fullari plátu hetta illveðurskvøld í november, har 600.000 krónur vóru uppá spæl. Marta valdi at deila upphæddina í trý fyri at økja um møguleikan at vinna.
Í tiðja snari eydnaðist, og Marta lendi á reyða leypinum, og vann 200.000 skattafríar krónur.
Tað var ein øgilig málageipan í telefonini, og tað einasta sum Marta hoyrdist siga var “Hygga nú, tað var fantastiskt”.
Hetta var triðja fríggjakvøld á rað, at ein partur av Gekkaupphæddini fór. Síðsta fríggjadag vann Eyð Mohr úr Fuglafirði 300.000 krónur, og 6. november vann Sanna úr Saltangará 400.000 krónur.
Næsta fríggjakvøld er ein hálv millión uppá spæl í Gekkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald