Innanlands

Gekkurin heldur fram at vaksa

Heldur ikki í kvøld fór stóra gekkaupphæddin

2019-09-13 20:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

3.400.000 krónur vóru uppá spæl í gekkinum í kvøld. Nadya Joensen av Tvøroyri kom ígjøgnum við fullari plátu og skuldi royna seg.

Hon valdi at býta stóra vinningin upp í trý, og harvið økja um møguleikan at vinna sær stóran vinning. Men hepni var ikki við Nadyu.

Hon var ikki langt frá, men tað eydnaðist tíverri ikki at koma á nakran av leypunum og tryggja sær 1,2 milliónir krónur.

Næstu ferð verður Gekkurin 3,6 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder