Innanlands

Genta rakt av viðfestisvogni

Ein 12 ára gomul genta varð í gjárkvøldið flutt til Danmarkar á sjúkrahús

2021-12-07 09:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt álvarsligt ferðsluóhapp hendið í gjárkvøldið á landsvegjum nakað niðan frá bensinstøðini við Streymin.

Ein 12 ára gomul genta varð rakt av einum viðfestivogni ella treylara, sum koyrdi eftir landsvegnum. Gentan fekk so mikið álvarsligan skaða í hendingini, at hon varð flutt til Danmarkar á sjúkrahús í gjárkvøldið.

Løgreglan hevur ikki fult yvirlit yvir, hvussu óhappið hendi. Tað varð vorðið myrkt, tá gentan varð ákoyrd, og tí eru ongi vitni, ið kunnu greiða frá júst hvat hendi.

Løgreglan hevur avhoyrt føraran av bilinum, men hevur ikki rættiliga havt møguleika at tosa við tey, sum varða av gentuni, orsaka av álvarsligu umstøðunum.

Ein onnur, javngomul, genta var eisini til staðar, men óvist er, um tær fylgdust. Løgreglan arbeiðir tí framhaldandi við at lýsa hendingargongdina, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini. 

(tekstur nakað broyttur kl. 19.34)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder