2020-08-02 12:00
Ein svensk genta varð í nátt skotin á eini bensinstøð sunnanfyri Stockholm. Tað upplýsir svenska løgreglan sambært Ritzau.
Talan er um eina gentu, sum er 12 ella 13 ár.
Løgreglan fekk boð um skotljóð í nátt nærindis bensinstøðina í býnum Botkyrka, og tá løgreglan kom á staðið, varð gentan funnin við skotsárum.
Gentan varð koyrd á sjúkrahús, har hon andaðist av sínum løstum.
Økið kring bensinstøðina er nú avbyrgt, og er løgreglan í ferð við at kanna málið.
Enn er eingin handtikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald