Innanlands

Gentan funnin aftur í øllum góðum

13 ára gamla gentan sum løgreglan eftirlýsti fyrr í kvøld, er afturíaftur komin í øllum góðum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-12-07 21:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í kvøld sendi løgreglan eftirlýsing út eftir 13 ára gamlari gentu.

Gentan er funnin aftur í øllum góðum, sigur løgreglan nú.

Hon var farin heimanifrá í Hoyvík klokkan 14:40, og eingin hevði havt samband við hana síðani umleið klokkan 15:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder