Mentan

Gentan við nálini

Nýggjur virðisløntur danskur filmur í svart-hvítum fortelur eina eina skakandi søgu frá veruleikanum fyri gott hundrað árum síðani

Vic Carmen Sonne spælir høvuðsleiklutin sum hin arbeiðsleysa Karoline

Vic Carmen Sonne spælir høvuðsleiklutin sum hin arbeiðsleysa Karoline

2025-01-23 10:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin sýnir Filmsfelagið nógv umrødda danska filmin ”Pigen med nålen”, sum hevur vunnið 21 virðislønir, og er um illa lýddu Dagmar Overby.

Svenski leikstjórin, Magnus von Horn (f.1983), er útbúgvin í Lódz í Polandi í 2013, og fekk fyri fyrsta filmin ”Efterskalv” (2015) tríggjar Guldbagge virðislønir í Svøríki. Eins og ”Pigen med nålen”, var tann filmurin í  kappingini í Cannes um Gylta Pálmin. ”Pigen med nålen” var eisini danska uppskotið at fáa Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur, og í uppskoti at fáa Golden Globevirðislønina sum besti filmur, ið ikki er á enskum.

[object Object]Trine Dyrholm sum Dagmar Overbye

Í hesum filmi, sum er tikin í svart-hvítum, eru vit í Keypmannahavn eftir fyrra verðaldarbardaga. Vit fylgja ungu arbeiðsleysu Karolinu (Vic Carmen Sonne), sum er blivin við barn. Einsamøll og forlátin møtir hon karismatisku Dagmar Overbye (Trine Dyrholm), sum í loyndum rekur eina ættleiðingartænastu fyri kvinnur í trongum korum.

Karolina fær arbeiði sum bróstmóðir og at ganga Dagmar til handa. Eitt sterkt samband verður knýtt teirra millum, heilt til Karolina kemur eftir, hvør sannleikin í veruleikanum er um virksemið hjá Dagmar.

Filmurin byggir á veruligar hendingar, ið skakaðu landið, tá tær komu fram. Dagmar Overbye (1887-1929) er dokumenterað á Politihistorisk Museum. Karen Søndergaard Jensen skrivaði í 2004 um hana í skaldsøguni ”Englemagersken”, og í 2006 setti Teatret ved Sorte Hest søguna um Dagmar á pall í leikinum ”Historien om en mo(r)der”.

Sum eitt kuriosum kann nevnast, at føroyingar hava búð í íbúðini hjá Dagmar Overbye meðan ovnurin, har illgerðirnar vórðu framdar, enn stóð í íbúðini.

Peter Bradshaw, sum ummælir film fyri The Guardian, gevur nýggja danska filminum besta ummæli, og nevnir, um svørt-hvítu filminingina, at “there are touches of Lynch, Von Trier or even Tod Browning here.”

Filmsfelagið sýnir “Pigen med nålen” verður í Havnar Bio mikudagin 29. januar kl. 20 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder