Mentan

Gentukórið Cantus á konsertferð í Danmark

Hevur fleiri konsertir á Fjóni hesar dagarnar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-05-17 12:20 Author image
Innsent
placeholder

Í hesum døgum – frá 15. til 19. mai – er Cantus, gentukór Tórshavnar Musikskúla, á konsertferð á Fjóni í Danmark.

Í kórinum eru 16 gentur í aldrinum frá 12 til 16 ár. Kórið verður stjórnað av Joannu Johansen og Kára Bæk.

Cantus hevði sína fyrstu konsert á ferðini í gjárkvøldið í Anskars Kirke í Odense, saman við Det Fynske Kammerkor. Á konsertini sungu kórini hvør sær, og sungu eisini tveir sangir saman.

Í dag, 17. mai kl. 16, hevur kórið konsert í Horne Kirke, og í morgin kl. 10.30 í Vor Frue Kirke í Svendborg.

Hoyr eina av sera vøkru framførðslunum frá konsertini í gjár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder