Innanlands

Genturnar gleða seg ótrúliga nógv at síggja mammuna á stóra pallinum

Báðar døturnar hjá Sissal Jóhannu Norðberg Niclasen koma saman við tættastu familjuni til Herning í morgin, og samanlagt vera umleið 30 føroyingar og stuðla henni í Jyske Bank Boxen

- Hon syngur allan dagin langan, og genturnar kenna

- Hon syngur allan dagin langan, og genturnar kenna "Hallucination" uttanat nú. Jóhanna Norðberg Niclasen fegnast sanniliga eisini um stuðulin, sum hon hevur (Mynd: Sverri Egholm)

2025-02-28 17:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tíðin upp til hevur verið merkt av, at Jóhanna hevur verið nógv upptikin við studio, ymiskum royndum og samrøðum við miðlar. Vit eru sjálvt sagt øguliga spent, og ikki minst døturnar. Tær gleða seg ótrúliga nógv at síggja mammuna á tí stóra pallinum í annað kvøld.

Portalurin hevur í dag verið í sambandi við tættastu familjuna hjá Sissal Jóhannu Norðberg Niclasen.

Foreldrini eru nú komin til danska høvuðsstaðin, har songkvinnan til dagliga lesur til lærara og býr á Oyrasundskolleginum. Tey koma til Herning úr Keypmannahavn í morgin við millum annað teimum báðum gentunum hjá føroyska umboðnum í Melodi Grand Prix 2025, umframt at nógv onnur tætt at Jóhannu verða á staðnum.

[object Object]
Jóhanna Norðberg Niclasen segði fyrr í dag, at hon millum annað kom til Herning so tíðliga sum mikukvøldið, so hon fekk sovið heilt í frið, uttan at børn vóru tætt. Hetta var tó ikki eydnast heilt, staðfesti mamman at tveimum smílandi (Mynd: Sverri Egholm)

Mamma songkvinnuna, Mikkalina Norðberg, staðfestir, at tónleikur fyllur sera nógv hjá Jóhannu, og tað hevur tað altíð gjørt: - Hon syngur allan dagin langan.

 "Hallucination" kom út fyri stuttum, men hann hava fleiri av teimum tættastu hoyrt nógv síðstu mánaðar; so nógv at tær báðar genturnar duga hann uttanat.


Sangurin hjá Sissal, sum hevur verið nógv at hoyra á Oyrasundskollegiinum

Til ber atkvøða fyri føroyska umboðnum í appini DR Grand Prix í dag og/ella í morgin fríggjadagin (7. Sissal - 'Hallucination' - Send HAL til 1212)
Til stóra showið leygardagin ber eisini til at atkvøða við sms til 1212. Við sms krevst, at tú hevur pengar á tínum nummari. Hetta kann gerast umvegis sjálvavgreiðslurnar hjá Føroya Tele og Nema.

Í morgin sleppa tær og so mong onnur at uppliva sangin beinleiðis í Jyske Bank Boxen. Har vera heilt fitt av føroyingum.

- Vit koma mannsterk til Herning. Uttan at vita neyvt hvussu nógv vit eru, so vildi eg skotið uppá, at vit eru umleið 25-35 fólk; familja og vinir. Vit fara at gera okkara besta at seta dám á, staðfestir Mikkalina Norðberg, ið sum vera man gleðir seg nógv.

Her vísur mamman millum annað á, at skeltir eru gjørd til høvið, og so eru fløgg við.

Sí eisini samrøðu við Sissal frá í dag:

--

Danskt Melodi Grand Prix 2025 verður í morgin, leygarkvøldið 1. mars. Portalurin er á staðnum í Herning, og vit fylgja gongdini hjá Sissal og øllum rundanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder