
Í 2024 fór 45% av føroyska vøruútflutninginum til ES og 15% til USA. Ein stórur partur av laksinum fer til ES (55%), ímeðan 27% fer til USA og 12% til Asia. Laksaútflutningurin er øktur til USA og steðgaður til Russlands eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022. Okkara botnfiskavørur fara í stóran mun til ES, meðan uppsjóvarfiskur í stóran mun fer til Russlands, og síðani ein minni partur til ES.
Tollur á evropeiskar vørur sum heild kann hava við sær, at evropeiskar vørur missa kappingarføri á amerikanska marknaðinum, og tað kann hava lægri búskaparligt virksemi við sær í teimum londum í Evropa, sum í stóran mun útflyta til USA. Um búskaparvøksturin slakast í Evropa orsakað av amerikanska tollinum, kann keypiorkan hjá brúkarunum á okkara útflutningsmarknaðum í Evropa minka, og tað kann ávirka eftirspurningin eftir okkara fiskavørum neiliga.
Føroyar eru ikki í ES, men ein eyka tollur á vørur úr Evropa kann fyri Føroyar merkja, at tollur eisini verður lagdur á føroyskar vørur, sum verða útfluttar til USA. Føroyar útflyta laks til USA, og ein tollur hækkar prísin á laksinum í USA. Sostatt verður laksurin dýrari fyri keyparan at keypa, og tað kann ávirka eftirspurningin eftir laksi frá føroysku laksaútflytarunum.
Landsbanki Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald