Mentan

Georg L. Petersen fer frá sum blaðstjóri á Dimmalætting

Byrjar í næstum í starvi á aktueltdeildini í Kringvarpinum

Georg L. Petersen

Georg L. Petersen

2018-12-17 18:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dimmalætting skal hava nýggjan ábyrgdarblaðstjóra. Georg L. Petersen, sum hevur verið blaðstjori á blaðnum síðani 2015, byrjar í næstum í nýggjum starvi hjá Kringvarpi Føroya.

Kringvarpið er ikki nakað nýtt fyri roynda journalistin. Georg L. Petersen arbeiddi sum journalistur í Kringvarpinum frá 2004 til 2008, men hevur annars arbeitt á Dimmalætting sum bæði journalistur, tíðindaleiðari og blaðstjóri. Eisini arbeiddi hann á Portal.fo í umleið eitt ár.

Dimmalætting varð endurstovnað í 2014, og kemur út einaferð um vikuna, hvønn fríggjadag umframt hvønn dag á dimma.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder