Uttanlands

Georgia finnur ótaldar atkvøður undir fínteljingini

Trump forseti átti meirilutan av ótaldu atkvøðunum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-18 09:55 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Í Sýsluni Fayette í amerikanska statinum Georgia eru funnar 2.755 atkvøður á einum geyma, ið ikki er taldur við í valúrslitinum. Tað skrivar tíðindastovan AP.

Geymin varð funnin í samband við, at tær 159 sýslurnar í statinum eru í ferð við at fíntelja atkvøðurnar við hond.

Av teimum 2.755 atkvøðunum á geymanum, fóru 1.577 atkvøður til Trump forseta, meðan Joe Biden fekk 1.128 atkvøður. Restin fór til onnur valevni.

Áður eru funnar fleiri enn 2.500 nýggjar atkvøður í einari aðrari sýslu.

Tær nýggju atkvøðurnar væntast tó ikki, at fáa nakra ávirkan á úrsliti í Georgia, har Biden førir við áleið 14.000 atkvøðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder