Uttanlands

Georgia vísir aftur at svikað var á forsetavalinum

Joe Biden stendur framvegis at vinna statin har leiðslan annars er republikansk

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-12 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Republikanski innanríkisráðharrin í amerikanska statinum Georgia vísir aftur, at valsvik hevur verið í sambandi við forsetavalið har. Tað sigur hann í eini samrøðu við CNN.

Í samrøðuni verður Brad Raffensperger spurdur beinleiðis um skuldsetingarnar um valsvik.

- Vit kanna leypandi, men hava enn ikki sæð tekin um svik, sigur hann við CNN.

Raffensperger sigur, at enn eru ongi tekin um óreglusemi, sum kann valúrslitið so nógv, at Joe Biden missir leiðsluna, sum hann hevur í statinum í løtuni.

Tey eru nú næstan liðug við uppteljingina, sum hevur verið gjørd við maskinum. Men atkvøðurnar skulu veljast av nýggjum, manuelt, og tann uppteljingin væntast at vera liðug áðrenn 20. November, skrivar Ritzau.

Sambært AP tíðindastovuni hevði Joe Biden eina leiðslu á 14.089 atkvøður tá 99 prosent av atkvøðunum vóru taldar.

Forsøgnirnar hjá AP tíðindastovuni vísa nú, at Joe Biden hevur fingið 290 falfólk vald ímóti teimum 214 fyri sitandiforsetanum, Donald Trump.

Georgia hevur 16 valfólk, men her hevur AP enn ikki kosið vinnaran.

Donald Trump hevur enn ikki staðfest, at hann hevur tapt valið, hóast tað enn ikki er nakar av teimum størru miðlunum, sum trýr at hann megnar at koma upp á tey 270 fólkini, ið krevjast fyri at verða afturvaldur.

Trump og hansara fólk hava latið inn minst 17 mál fyri rættarskipanina á ymsum stigum í sambandi við valið.

Nógvu av uppáhaldunum snúgva seg um, at eygleiðarar hjá Trump ikki fingu atgongd til valhølini í sambandi við uppteljingina og at svik var í sambandi við atkvøðugreiðsluna við brævatkvøðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder