Innanlands

Gera ábøtur á gøtuna um Innara vatn

Gøtan um Innara Toftavatn fekk nakað av skaða í áarførinum í síðstu viku

2021-11-24 10:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri nøkrum árum síðan gjørdu Nes og Runavíkar kommuna í felag eina gongugøtu  um Innara Toftavatn. Tiltakið hevur verið til gleði og gagn fyri mangar av okkara borgarum. Fleiri av okkara borgarum ganga eftir gøtuna dagliga og njóta vøkru náttúrperluna við Toftavatn.

Í áarførinum í síðstu viku kom nakað av skaða á gøtuna, sum arbeiðsmenninir hjá Nes kommunu beinanvegin fóru undir at umvæla.

Arbeiðstoymið hjá Nes kommuna hevur sum uppgávu at taka sær av viðlíkahaldinum av gøtruni. Útreiðlurnar verða býttar helvt um helvt millum kommunurnar, sigur Nes kommuna á heimasíðuni.

Á myndini, sum varð tikin í síðstu viku, síggja vit Jan Petersen, arbeiðsformann og Kristin Nordendal, arbeiðsmann. Millum ár og dag hava teir arbeitt mangar tímar á gøtuni við Toftavtatn, og tað eru vit í Runavíkar-  og Nes kommunu teimum sera takksom fyri, siga tey í Nes kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder