Ein meiriluti í Farsóttarnevndini hjá Fólkatinginum hevur tikið undir við at, at koronupassið í Danmark skal vera galdandi í stytri tíð, tá talan er um negativt kanningarúrslit.
Tað upplýsti danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke hóskvøldið.
Í vikuni varð skotið upp, at ein negativ PCR-kanning framyvir bert skal vera galdandi í 72 tímar í staðin fyri 96 sum áður, og úrslitið frá einari antigenkanning – ein sonevnd snarkanning – skal framyvir bert vera galdandi í 48 tímar í staðin fyri 72 tímar sum áðrenn.
Hetta verður galdandi frá mánadegnum.
– Tað er greitt, at tess stytri gildistíð, tess størri trygd er fyri, at mann hvørki er smittaður ella berur smittuna víðari, so tað er fyri at økja trygdina í mun til koronupassið, sigur Peder Hvelplund, framsøgufólk í heilsumálum hjá Enhedslisten sambært Ritzau.
Umframt hetta varð avgjørt, at krav um munnbind ella hjálmglugga á heilsuøkinum verður sett í gildi aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald