2021-07-16 19:58
Ein grind liggur út fyri sandin í Nesi, men einki verður gjørt við hana.
Grindaformenninir eru samdir um at lata grindina fáa við. Grindin er ikki stór, og so er tað eisini bara ein góð vika síðani at stór grind var í Hvalba seinast, tá 136 hvalir løgdu beinini í Nesi.
Tískil er nokk av grind í økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald