Í fjør royndi India at senda eitt ómannað rúmdarfar til Mánan og sostatt gerast fjórða landið í heiminum at lenda á Mánanum aftaná USA, Russland og Kina.
Men royndin miseydnaðist, tá indiski rúmdarferðarfelagsskapurin, Isro misti sambandið við farið, Vikram, stutt áðrenn tað skuldi lenda.
Nú boðar Isro frá, at tey fara at gera enn eina roynd. Hetta verður vónandi einaferð í november ella næsta ár, sigur Kailasavadivoo Sivan, nevndarformaður hjá Isro.
Sambært TV2 fer nýggja rúmdarfarið at kosta uml. 35 mió. dollarar, sum svarar til gott 237,5 mió. í okkara krónum. Nýggja farið skal, eins og tað fyrra, royna at lenda á suðurpólinum á Mánanum.
Samstundis sum tey í India arbeiða við ætlanini um at senda eitt ómannað rúmdarfar til Mánan, hava tey eisini ætlan um at senda fólk út í rúmdina.
Isro ætlar at senda trý fólk í ringrás um Jørðina í 2022. Hetta verður gjørt í sambandi við, at India tá kann hátíðarhalda, at 75 ár eru liðin, síðan landið loysti frá Stórabretlandi.
Allir rúmdarfarar fara at byrja at venja til ferðina í endanum av januar, og venjingin fer at ganga fyri seg í Russlandi.
Til samans hevur mann í India lagt ætlanir um 25 rúmdarferðir í 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald