Innanlands

Gera handilshølini við Biskupstorg klár

Avtala er undirskrivað við arbeiðstakarar, og væntandi verður liðugt móti sumri

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2021-03-03 22:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Móti sumri kunnu Kaffihúsið Fríða, Norðoya Kunningarstova, 2U, Motus Sport, Madame Vælvera og Vøggan flyta sítt handilsvirksemið í handilshølini við Biskupstorg.

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at avtala við arbeiðstakarar, sum skulu standa fyri arbeiðinum, varð undirskrivað í morgun.

Teir sum luttaka í arbeiðinum eru Rebus, Richard Sørensen, Magni Jacobsen, TTS, Klima og Victor á Lakjuni.

Kostnaðurin er umleið 8,5 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder