Innanlands

Gera klárt til skjótibreyt úti á Vík

Ein vegur verður í løtuni gjørdur oman ímóti skjótibreytini, og harumframt skal alt økið slættast og ein heyggur gerast, so leirdúgvurnar ikki fara av breytini, skrivar Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2019-10-15 20:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrireikingarnar til nýggju skjótibreytina úti á Vík eru nú veruliga farnar í gongd.

Tað skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.

Skjótibreytin er staðsett á einum øki millum Høvdavirkið og fjósið hjá Rasmus Norup.

Ein vegur verður í løtuni gjørdur oman ímóti skjótibreytini, og harumframt skal alt økið slættast og ein heyggur gerast, so leirdúgvurnar ikki fara av breytini.

Felagið, sum stendur fyri arbeiðinum er Sp/f Reginsson.

Í Eysturkommunu er eitt skjótifelag, sum eitur Eysturskot. Tað varð stovnað 9. juni í 2016.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder