Mentan

Gera nógv burtur úr í Silvalandi

Stórt barnaland við aktivitetum og undirhaldi er partur av Summar Festivalinum

2024-08-06 18:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár á Summar Festivalinum.

Í uppskrýddu ítróttarhøllunum verða eitt nú aktivitetir, undirhald, tónleikaframførslur, sangur, klovnarí og dansur á skráni.

Ein vakur og gandakendur djóraheimur við fittum føroyskum djórum og spennandi eksotiskum skriðdjórum verður eisini. Umframt ballóngarður, hoppiborgir, boingbóltar, teknistova, pinkuland, barnabarr og góður matur.

Eisini ber til at heilsa uppá innbjóðandi víkingar, brølandi dinosaurin og allar fittasta Silva hvønn dag.

Silvalandið byrjar hósdagin klokkan 15 við stórari skrúðgongu og gøtukarnevali, har farið verður úr Klaksvíksgarðinum við pyntaðum, larmandi og syngjandi børnum og kreativum festivalgestum.

Silvaland hevur opið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin frá kl. 15 til 19.

Í Silvalandi verður nógv gjørt burtur úr, ja heilt frá teimum allarminstu til tey allarstørstu.

Summar Festivalurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder