
Jóladag verða sjúklingar og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum forkelað við heimagjørdari konfekt. Starvsfólkini í Køkinum á Landssjúkrahúsinum hava seinastu dagarnar framleitt hundraðtals sløg av heimagjørdari kontekt við alskyns smakki og skapi.
- Vit royna altíð at gera eitt sindur meira burturúr um jólini og í ár fáa bæði sjúklingar og starvsfólk okkurt eyka gott til góman, sigur Gudna á Rógvi Joensen, sum er leiðari í Køkinum, við heimasíðuna hjá Landssjúkrahúsinum.
Hon leggur aftrat, at hon kennir seg hepnan at hava so kreativ og hugaði starvsfólk afturat sær
Konfektin verður borin út á deildirnar til kaffi jóladag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald