
Í dag fer tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum at gera eina roynd at finna tvey nýggj landsstýrisfólk.
Orsakað av koronustøðuni fer tingbólkurin, sum ger av, hvørji skulu avloysa Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, at fundast umvegis netið, visti Útvarpið at siga á middegi.
Tað var mánadagin 20. desember, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard løgdu frá sær sum landsstýrisfólk í ávikavíst almannamálum og fiskivinnumálum.
Hetta gjørdu tey, so tey aftur kundu taka sæti á tingi fyri varafólkini, Anniku Olsen og Brandur Sandoy, fyri at forða fyri, at Annika Olsen fór at atkvøða fyri málinum um sammøður saman við andstøðuni.
Annika Olsen slapp kortini innaftur á ting, tá Heðin Zachariassen valdi at fara í farloyvi í eina viku.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur umsitið almannamál og fiskivinnumál síðani, og gjørdi hann beinanvegin greitt, at fráfarnu landsstýrisfólkini ikki skuldu sleppa aftur í landsstýrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald