
Ferðslutrygd hevur seinastu árini verið ovarliga á breddanum í Vestmanna kommunu, sum saman við ferðsluráðgeva og løgregluni hevur arbeitt við eini ferðslutrygdarætlan fyri kommununa. Sum liður í hesum verður í næstum gjørd ein rundkoyring á vegamótinum Hornavegur-Fjalsvegur.
Tað var einmælt samtykt á bygdarráðsfundi fyrrakvøldið.
Endamálið við rundkoyringini er at bøta um ferðslutrygdina á vegamótinum, har tríggjar leiðir koma saman.
Tað kemur javnan fyri, at fólk ivast, hvør skal koyra. Í fjør var ein roynd gjørd at seta fult stopp á fyri omankoyrandi bilum, men tað hevur víst seg ikki at vera ein nóg góð loysn.
Tá ið rundkoyringin verður gjørd, verður samsvarandi strikað upp av nýggjum.
Frammanundan er ein rundkoyring í bygdini; hon er á Grótbrúgv.
Vestmanna kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald