2019-10-26 10:38
Arbeiðið at gera eina sløkkiliðs- og arbeiðshøll til Sands kommunu er byrjað av álvara.
Sands kommuna skrivar á heimasíðuni at ætlanin var at byrja at stoypa í gjár, men orsaka av at Teistin ikki sigldi regluliga, mátti hendan ætlanin útsetast.
Talan er um eina bjálvaða stálhøll, og tað er Articon sum ger arbeiðið.
Eftir ætlan verður høllin reist áðrenn jól, og stendur liðug í februar mánaða komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald