Innanlands

Gera tveir vegir í Klaksvík einsrættaðar

Hetta eru Heygavegurin og Kráargøta. Talan er um eina royndartíð, og er tað fyri at bøta um trygdina kring skúlaøkið

Í 2024 bað kommunan ráðgevarafyritøkuna, Ráð, um at koma við eini meting av ætlanini um at einsrættað hesar báðar gøturnar. Tað er við støði í hesum metingum, at hendan avgerðin er tikin. Á sumri 2024 var hetta eisini roynt, tá ið hesir vegir vóru einsrættaðir í samband við vegarbeiðið á Stangavegnum (Mynd: klaksvik.fo)

2025-02-26 17:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klaksvíkar kommuna fer í næstum at einsrætta Kráargøtu (norðureftir) og Heygavegin (suðureftir).

Hetta skrivar klaksvik.fo

- Talan um eina royndarverkætlan, sum verður eftirmett seinni í ár. Hetta verður gjørt fyri at bøta um trygdina kring skúlaøkið.

Hetta kemur ikki av ongum.  Spurnartekin hava verið við ferðslunatrygdina beint við stóra fólkaskúlanum, ætlanin hevur verið uppá tal í rúma tíð, og Klaksvíkar kommuna hevur eisini fingið professionella ráðgeving á økinum.

Í fjør bað kommunan ráðgevarafyritøkuna, Ráð, um at koma við eini meting av ætlanini um at einsrættað hesar báðar gøturnar. Tað er við støði í hesum metingum, at hendan avgerðin er tikin, staðfestir kommunan.

Júst hetta var roynt á sumri i 2024, tá ið hesir vegir vóru einsrættaðir í samband við vegarbeiðið á Stangavegnum.

- Betri ferðslutrygd er nakað sum borgarakanningin greitt vísti á, og sum býráðið hevur sett pening av til í ár, nevnliga at betra um trygdina og ferðsluviðurskiftini í miðbýnum og kring Skúlatrøð.

Neyðug skelti eru sett upp, og broytingarnar koma í gildi frá mikudegnum (26. feb.) at rokna, upplýsir Klaksvíkar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder