Innanlands

Gera ungdómsdeild á Býarbókasavinum í Havn

Endamálið við verkætlanini er at gera serstøk høli til eina ungdómsdeild, sum serliga skal gera tað áhugavert fyri ungdómin at leita sær á gátt, bæði fyri at læna viðkomandi bøkur og fyri at uppihalda sær á deildini

Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari, Vónbjørt Vang, býarbókavørður, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Gunnar Mohr, stjóri í Sp/f Vælaverk, Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, Martin P. Hansen, stjóri í Sp/f Vælaverk og Óli Ludvig, verkætlanarleiðari (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-24 21:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hevur Tórshavnar kommuna skrivað undir arbeiðstøkusáttmála við Sp/F Valaverk um at innrætta og gera eitt ungdómsbókasavn á 2. hædd í Býarbókasavinum í Niels Finsensgøtu í Havn.

Endamálið við verkætlanini er at gera serstøk høli til eina ungdómsdeild, sum serliga skal gera tað áhugavert fyri ungdómin at leita sær á gátt, bæði fyri at læna viðkomandi bøkur og fyri at uppihalda sær á deildini, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

Í verkætlanini liggja eisini umvælingar av vesum og skiftiumstøðum á barnabókasavinum.

Arbeiðið byrjar í september og verður væntandi liðugt um ársskiftið. Samlaða verkætlanin kostar 1,7 mio. krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder