Innanlands

Gera upptøkur í Føroyum til nýggjasta James Bond filmin

“No Time to Die” verður frumsýndur í apríl 2020. Upptøkur í Føroyum verða eftir øllum at døma partur av filminum

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2019-09-23 18:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá Norrøna kom á Havnina í morgun vóru fleiri, sum løgdu merki til eina tyrlu, sum varð sett í land. Eina tyrlu frá norska felagnum Nord Helicopters.

Fleiri undrast yvir hvat tyrlan skal brúkast til, men eftir øllum at døma skal hon brúkast at gera “stunt” upptøkur til nýggjasta James Bond filmin “No Time to Die”, sum verður frumsýndur í apríl 2020.

Tað skrivar jn.fo í dag.

Manningin á tyrluni, og tyrlan fer av landinum aftur hósdagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder