Innanlands

Gera ymiskar tillagingar á trivnaðarøkinum í Klaksvík

Virksemið á frítíðarskúlanum Sjallabjalla verður skert í komandi viku, og ungdómshúsið Húsið fer í jólafrí

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2021-12-12 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir

Klaksvíkar kommuna boðar frá, at ymiskar tillagingar vera á trivnaðarøkinum í komandi viku.

Hetta hevur m.a. við sær, at virksemið á frítíðarskúlanum Snjallabjalla verður skert. Fríggjadagin boðaði ungdómshúsið Húsið frá, at tey fóru tíðliga í jólafrí orsakað av tilmælinum frá landsstýrinum, og tí er Húsið ikki opið í komandi viku. Latið verður uppaftur í januar, verður sagt.

Klaksvíkar kommuna skrivar, at talið á koronutilburðum á dagstovnaøkinum og í frítíðarskúlanum seinastu vikurnar hevur ligið millum ein og fimm tilburðir um dagin.

Hetta merkir, at tað framhaldandi er neyðugt at biðja foreldur at børnum í skipanini um at lata børn síni kanna 1. dag, 4. dag og 7. dag. Verða fleiri tilburðir staðfestir á somu stovu, so kann henda, at Landslæknin gevur boð um at handla meir víðgongt, skrivar kommunan.

Lagt verður afturat, at tað er umráðandi, at foreldur boða stovnunum frá, um barn teirra verður staðfest positivt – eisini um barnið ikki hevur verið á stovni seinastu dagarnar.

Mánadagin, týsdagin og mikudagin eru Snjallabjalla og Garðalisa opnar sum í farnu viku, har 1. flokkarnir eru fyri seg, og 2. flokkarnir eru fyri seg. Kunning um, hvussu virksemið og hvat tilboð verður veitt frá 16. til 21. desember, verður fráboðað í komandi viku, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald