Gerandisdagurin høvuðsmál hjá Javnaðarflokkinum

Valskráin hjá Javnaðarflokkinum, sum hevur yvirskriftina „skíl í“, hevur gerandisdagin sum høvuðsfokus. Skil skal vera í fíggjarpolitikkinum, soleiðis at vælferðartænastur skulu varðveitast og mennast

„Skil í“, sigur Javnaðarflokkurin í valskrá síni til løgtingsvalið 8. desembur 2022. Fokus er serliga á at lætta um gerandisdagin hjá fólki. Javnaðarflokkurin stillar upp við 36 valevnum. Full javnstøða er millum kynini, valevnini umboða allar partar av landinum, og allar aldursbólkar, sigur Aksel V. Johannesen m.a. (Mynd: Sverri Egholm)

„Skil í“, sigur Javnaðarflokkurin í valskrá síni til løgtingsvalið 8. desembur 2022. Fokus er serliga á at lætta um gerandisdagin hjá fólki. Javnaðarflokkurin stillar upp við 36 valevnum. Full javnstøða er millum kynini, valevnini umboða allar partar av landinum, og allar aldursbólkar, sigur Aksel V. Johannesen m.a. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-22 15:12 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Sambandsflokkurin var fyrstur at leggja valskrá fram og kunngera valevni til løgtingsvalið, og nú hevur Javnaðarflokkurin eisini kunngjørt valskrá og valevni. Í morgin, mikudagin 23. novembur, fara Tjóðveldi og Framsókn at leggja sínar valskráir fram, og Fólkaflokkurin leggur fram dagin eftir.

Yvirskriftin er „skil í“. Sum Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, greiðir frá, so sipar tað til, at skil má vera á fíggjarpolitikkinum hjá landinum. Lán skulu gjaldast niður, peningur leggjast til síðis, og íløgur skulu útsetast í góðum tíðum, soleiðis at tað almenna hevur ráð til at gera íløgur og skapa arbeiði og inntøkur í verri tíðum.

Vinnan skal rinda fyri batar
Hóast yvirskriftina, so er høvuðsfokusið á gerandisdagin hjá fólki. Í valskránni verður m.a. sagt, at bústaðarmynstrið skal vera meiri fjølbroytt, at arbeiðsvikan skal styttast, at umsorganarøkið skal hava lønarlyft, at lág- og miðallønt skulu fáa skattalætta. Hartil skulu príseftirlit og brúkaratrygd raðfestast, umframt at teir pensjónistar, ið hava minst, skulu fáa meiri.

Í valskránni verður sagt, at tær vinnur, ið hava framíhjárættindi til at troyta føroysk náttúrutilfeingi, skulu rinda meiri til felagsskapin. Til framløguna segði Aksel V. Johannesen, at tað vóru uppisjóvarvinnan og alivinnan, sum skuldu rinda meiri, enn tær gera nú.

Leggja um til grøna orku áðrenn 2030
Javnaðarflokkurin hava ferð á grøna orkuskiftið og finst m.a. at landinum fyri at hava gjørt ov lítið við sínar egnu bygningar.

Ein bindandi veðurlagslóg skal gerast, og allir lønarbólkar, vinnugreinir og landspartar skulu vera við í skiftinum. M.a. vil Javnaðarflokkurin stimbra gransking og menning innan føroyskar vinnur fyri at fáa umhvørvisvinaliga og vistfrøðiliga framleiðslu.

Landsins egnu bygningar eru í alt ov stóran mun hitaðir við olju. Landið skal vera bundið til at skifta til grønar orkuskipanir. Tað skal geva eina varandi sparing upp á 20-25 milliónir krónur við verandi orkuprísum.

Við tíðini skulu akfør hjá Strandferðsluni – tað stendur ikki, men sipar helst til skip og bussar – rekast við grønari orku, og útboðini skulu støðugt útbyggjast fyri at minka um tørvin á bilum.

Harrumframt skal ferðavinnan skipast soleiðis, at fólk hava rætt til at ganga í haga, samstundis sum náttúran verður vard.

Full javnstøða millum kynini
Javnaðarflokkurin stillar upp til komandi løgtingsval við 36 valevnum, 18 monnum og 18 kvinnum. Tey umboða allar partar av landinum og allar aldursbólkar, sigur Aksel V. Johannesen.

Valevnini hjá Javnaðarflokkinum eru hesi.

Aksel V. Johannesen
Bergur Robert Dam Jensen
Birita Baldvinsdóttir Iversen
Birita Matras Petersen
Birna Heinesen
Bjarni Arge
Bjarni Hammer
Bjørg Dam
Djóni Nolsøe Joensen
Eyðgunn Samuelsen
Hans Jacob Thomsen
Harriet Jørginsdóttir
Heðin Mortensen
Helga Bára Mohr Vang
Henrik Old
Herborg Torkilsdóttir
Ingilín D. Strøm
Jógvan Kallsgarð
Jóhannis Joensen
Kim Durhuus
Kristianna Winther Poulsen
Laura Apol
Magna Eliana Mørkøre
Malan á Dunga
Margit Stóra
Marnar Fríðheim Kristiansen
Milia Egilsnes Anda
Ólavur Larsen
Óli Jákup Jacobsen
Paul Kjartan Matras
Sára Gullfoss
Sigrið Sámalsdóttir Hentze
Súni Selfoss
Súsanna Bertholdsen
Terji Beder
Uni Holm Johannesen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder