Innanlands

Gerast ræðslusligin tá fýrverkið verður skotið

Skjótið fýrverkið so tætt uppat midnátt sum møguligt, er áheitanin frá Djóraverndarfelagnum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-30 00:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Djóraverndarfelagið heitir á fólk um ath ugsa um djórini, nú skotið verður fyri nýggja árinum.

- Nú niðurteljingin til nýggjárið av álvara er byrjað, vilja vit heita á alt føroya fólk um taka atlit til djórini, tá skotið verður. Tað er á nýggjárinum at flest djór villast burtur frá heiminum, tí tey blíva kløkk og ræðslusligin, skrivar Djóraverndarfelagið á Facebook.

- Havið húsdjórini inni. Og ansið eftir at onnur djór standa væl, at tey hava møguleika at søkja sær skjól. Óttin kann raka tey øll. Eisini ross, hønur, gæs, kaninir o.o. djór, sum oftast standa úti.

Djóraverndarfelagið heitir á fólk um at skjóta fýrverkið so tætt uppat midnátt sum møguligt, soleiðis at djórini sleppa undan at vera rædd í alt ov langa tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder