
Hóast tey sjáldan gerast álvarsliga sjúk av koronu, er vandi fyri, at tey verða hart rakt av sosialt avmarkandi inntrivum at steðga smittuútbreiðsluni, verða tey ikki koppsett.
Tað sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi seinnapartin í sambandi við, at 5-11 ára gomul børn nú fáa tilboð at koppseta seg ímóti koronu.
Kommunulæknarnir fara at taka sær av at koppseta børnini. At byrja við verður talan um støkk-inn koppsetingar.
Danski heilsumyndugleikin, Sundhedsstyrelsen, mælir til at koppseta tey 5-11 ára gomlu børnini. ES-heilivágsmyndugleikin EMA viðmælti 25. november, at koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum er tað, vit brúka í Føroyum, verður brúkt at koppseta tey 5-11 ára gomlu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald