Innanlands

Gerhard kvetti snórin

Við ørmunum yvir høvd stórfegnaðist Gerhard Lognberg um at Sandoyartunnilin nú er latin upp

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-21 15:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um eina løtu verður koyrandi gjøgnum Sandoyartunnilin. Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, kvetti fyri lítlari løtu síðani snórin við einum grindaknívi.

Løtuna aftaná stórfegnaðist hann stóð hann við ørmunum yvir høvd. Ein rørandi løta fyri Gerhard, sum hevur arbeitt so nógv fyri hesum tunli.

Um eina løtu fer elsti bilførarin í Sandoynni, 90 ára gamli Herman Petersen úr Skálavík, at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin sum tann fyrsti síðan hann alment læt upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder