Mentan

Gerhard Mikkelsen innstillaður til prestastarvið í Fuglafirði

Landsstýrismaðurin við kirkjumálum eigur endaligu útnevningina

2020-05-14 06:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á felags kirkjuráðsfundi mánadagin innstillaðu kirkjuráðini í Fuglafjarðar prestagjaldi Gerhard Jónsson Mikkelsen í embætið sum sóknarprestur eftir Anne Mette Greve Klemmensen, sum hevur skift embæti til Suðurstreymoyar eystara prestagjald.

Væntandi tekur Gerhard Jónsson Mikkelsen við kallinum fyrst í september, skrivar biskupur á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.

Gerhard hevur verið sóknarprestur í Karlslunde Strandkirke síðan á vári 2014.

Gerhard er hálvur toftamaður. Saman við foreldrunum búði hann á Toftum tey sjey fyrstu árini, inntil familjan flutti til Danmarkar at búgva.

Gerhard er giftur við Silviu á Bergi Mikkelsen og tey eiga tvey børn, nú tey flyta heimaftur at búgva.

Tað er landsstýrismaður í kirkjumálum, ið endaliga útnevnir sóknarprestin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder