Innanlands

Gerningsmaður til ógvusligt álop við Sandá er handtikin

Ein kvinna í 20-árunum varð sunnukvøldið álopin meðan hon gekk túr á gøtuni við Sandá. Kvinnan fekk skaðar av álopinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-30 10:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umleið klokkan átta sunnukvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein kvinna í 20-árunum var álopin, meðan hon gekk túr eftir gøtuni ovarliga við Sandá í Havn.

Gerningsmaðurin leyp á kvinnuna aftanífrá og framdi ógvusligan harðskap móti henni. Kvinnan fekk ymiskar skaðar av álopinum og varð innløgd á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Umleið 15 minuttir eftir álopið handtók politiið ein mann í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í gjár kl. 13.00. Maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Maðurin, sum er í tríatiárunum og er útlendingur, noktaði seg sekan.

Politiið sóknast eftir vitnum
Stutt áðrenn álopið sá kvinnan ein mann, sum gekk eftir gøtuni frá AB-húsinum á Argjum oman móti Sandá, fyri síðani at snara til høgru eystureftir/omaneftir gøtuni. Hetta var ikki gerningsmaðurin, men hesin maðurin kann hava møtt gerningsmanninum, og politiið vil tí feðin hava samband við hann. Politiið heitir eisini á onnur møgulig vitni um at boða frá á telefon 114.

Politiið ger í løtuni umfatandi kanningar í málinum, eitt nú teknskar kanningar, DNA-kanningar og avhoyringar af fólki, sum kunnu hava hoyrt ella sæð tilburðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder