Innanlands

Gestir í Sirkus, Basecamp og Umami eiga at vera varug við møgulig sjúkueyðkenni

Ein persónur, ið fekk staðfest koronu í gjár, var í býnum sunnunáttina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-19 14:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landslæknin heitir nú á øll, sum sunnunáttina hava verið í Sirkus, Basecamp og Umami um at gáa eftir, um tey fáa sjúkueyðkenni.

Eru fólk ikki koppsett ella í iva, eiga tey at lata seg kannast sum skjótast, skrivar corona.fo.

Áheitanin hjá landslæknanum kemur í kjalarvørrinum á, at ein persónur, ið fekk staðfest smittuna í gjár, var í býnum sunnunáttina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder