Uttanlands

Geva Ukraina pengar til viðlíkahald av gomlum vápnum

Væntandi verður semja funnin í ES í dag um at lata ukrainum 500 milliónir evrur til endamálið

Loftverja er eisini nakað, sum skal raðfestast, og so seint sum í morgun varð Kyiv álopin av dronum (Mynd: Getty Images)

Loftverja er eisini nakað, sum skal raðfestast, og so seint sum í morgun varð Kyiv álopin av dronum (Mynd: Getty Images)

2022-10-17 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ES hevur í fleiri umførum givið ukrainum pengar at keypa nýggj vápn, og við so nógvari nýggjari hernaðarútgerð, er tað ein avbjóðing at halda alt við líka, og tí ætlar ES nú at lata Ukraina pengar, sum skal brúkast til viðlíkahald av gomlum vápnum.

Tað sigur danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod, sum fundast við uttanríkismálaráðharrar í ES í dag.

Hann heldur hetta hava stóran týdning, og fegnast hann um, at har tykist at vera semja um hetta.

Væntandi fer ES at lata 500 milliónir evrur, ið svarar til uml. 3,7 milliardir krónur.

Danski uttanríkismálaráðharrin nevnir eisini tørvin hjá Ukraina at fáa økt um loftverjuna, eftir at russiskar rakettir hava rakt Kyiv og aðrar ukrainskar býir seinastu tíðina.

Á fundi hjá Nato-ráðharrunum í Brússel í farnu viku, segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg eisini, at loftverja hevur hægstu raðfesting í løtuni, og hava fleiri Nato-lond bundið seg til at senda meira loftverju-útgerð til Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder