Innanlands

Gevandi vitjan hjá løgmanni í NATO

– Vit fingu undirbygt fatanina av, at strategiska støðan hjá Føroyum í Norðuratlantshavi er sera týdningarmikil, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

(Mynd: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jens Stoltenberg, aðalskrivari)

(Mynd: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jens Stoltenberg, aðalskrivari)

2021-11-13 15:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Grundarlagið fyri at røkja og verja føroysk áhugamál í trygdar- og verjumálum er styrkt.

Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum í gjár var á vitjan á høvuðssætinum hjá NATO í Brússel.

Endamálið við vitjani hjá løgmanni var at fáa kunning og innlit í trygdar- og verjumál í einum breiðum høpi.

– Vit fingu undirbygt fatanina av, at strategiska støðan hjá Føroyum í Norðuratlantshavi er sera týdningarmikil. Áhugin fyri okkara øki er nógv øktur, og hetta setur nýggj krøv. Eg vænti, at trygdar- og verjumál fara at fylla meira í føroyskum politikki frameftir, og ein týðandi liður í at fyrireika okkum til framtíðina, er at fáa neyðugu vitanina og innlitið til vega, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Á vitjan sínari hjá NATO fekk løgmaður høvið at hitta Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivara. Teir skiftu millum annað orð um framtíðar avbjóðingarnar hjá NATO og um trygdarpolitisku viðurskiftini um okkara leiðir.

Løgmaður var eisini á fundi við tveir varaaðalskrivarar, umframt NATO sendiharrarnar hjá USA, Kanada, Stórabretlandi, Noregi, Íslandi og Danmark.

Trygdar- og verjumál eru felagsmál, og ríkismyndugleikarnir formliga varða av. Nýggja samstarvsráðið, sum Danmark, Føroyar og Grønland hava sett á stovn, skal tryggja Føroyum størri innlit og ávirkan á okkara trygdar- og verjupolitisku viðurskifti.

NATO varð stovnað í 1949 og hevur í dag 30 limalond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder