2020-12-18 18:42

Í dag var seinasti arbeiðsdagur hjá trimum starvsfólkum, sum hava arbeitt í Articon í nógv ár.
Talan er um Michael Jacobsen, Steinbjørn Magnussen og Jógvan Hendrik Jensen, sum hava starvast í ávikavist 19, 15 og 14 ár í felagnum. Teir hava ynskt at gevast, nú aldurin var hægri enn tey 67 árini.
Articon hevur annars ein 60+ politikk, sum sigur, at starvsfólk kunnu halda á fram at starvast, eftir at tey eru bæði 67 og 70 ár. Elsta starvsfólkið í felagnum er 78 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald