Uttanlands

Gevast við at testa í Svøríki

Tað gevur ikki meining, tá annar hvør av teimum testaðu er positivur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-08 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin hvørva allar koronaavmarkingar í Svøríki. Harvið sleppur landið eisini tilmælunum um at lata seg testa fyri smittuna, um ein hevur sjúkueyðkenni.

Tað upplýsir stjórin fyri svensku heilsumyndugleikarnar við svenska sjónvarpinum.

- Vit eru komin hartil, at útreiðslurnar og týdningurin av testingunum ikki longur kunnu loysa seg, sigur stjórin fyri Folkhälsomyndigheten, Karin Tegmark Wisell.

Hon vísir á, at tað fer at kosta svenska statinum eina hálva milliard svenskar krónur um vikuna at halda fram við testingunum, og tað gevur lítla meining, tá smittuspjaðingin er so ógvuslig, at helmingurin av teimum, ið lata seg testa eru positiv.

Ístaðin fyri tiomælið um at lata seg testa, um ein yevur sjúkueyðkenni, verður nú heitt á fólk um at halda seg heima, um tey eru sjúk, skrivar danska TV2. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder