Uttanlands

Gevst at útflyta kol til Ísrael

Kolumbia gevst eisini við at innflyta ísraelsk vápn orsakað av krígnum í Gaza

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-06-09 15:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Suðuramerikanska landið Kolumbia er størsti útflytari av koli til Ísrael. Kolumbia útflutti í fjør kol til Ísrael fyri góðar tríggjar milliardir krónur, men nú gevst landið við hesum.

Orsøkin er kríggið í Gaza, skrivar DR.

Forsetin í Kolumbia, Gustavo Petro upplýsir, at útflutningurin til Ísrael verður tikin uppaftur, tá "fólkadrápið steðgar", og tá Ísrael ger eftir boðunum frá altjóða dómstólinum ICJ og tekur herfólk síni úr Rafah.

Eisini sigur Petro, at Kolumbia ikki longur fer at innflyta vápn, sum eru framleidd í Ísrael.

Á heysti í fjør var Kolumbia eitt av fleiri suðuramerikanskum londum, sum boðaðu frá, at tey fóru at taka sendifólk síni úr Ísrael.

Yvir helvtin av kolinum, sum Ísrael innflytir, kemur úr Kolumbia. Ísrael fær eisini kol úr m.a. Suðurafrika - níggju prosent - og hevur Kolumbia heitt á Suðurafrika um eisini at gevast við at útflyta kol til ísraelar, skrivar tíðindastovan AP.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder