Innanlands

Gevst eftir 25 ár hjá Tórshavnar kommunu

Fríggjadagin var hugnaløta á Dagstovninum við Løgmannabreyt í sambandi við, at Maria Ludvig gavst vegna aldur eftir 25 ár í starvi hjá kommununi

Maria Ludvig og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Maria Ludvig og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-02-27 20:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin var hugnaløta á Dagstovninum við Løgmannabreyt í Hoyvík í sambandi við, at Maria Ludvig vegna aldur gavst eftir 25 ár í starvi hjá Tórshavnar kommunu.

Børnini á stovninum sungu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri og Sofía Nattestad, leiðari á stovninum, bóru henni eina kvøðu.

Í fjør slapp Maria Ludvig ikki at halda 25 ára starvsdagin vegna koronu, so tí varð gjørt nógv burturúr fríggjadagin, eisini tí at hon fylti 67 ár fyri einari lítlari viku síðani, skrivar Tórshavnar kommuna.

- Maria er eitt av teimum sjáldsomu fólkunum, sum næstan øll børnini í býnum kenna. Tað sigst, at tað ber slett ikki til hjá henni at ganga gjøgnum býin, tí eini trý ættarlið av núverandi og fyrrverandi børnum renna eftir henni, steðga henni og vilja heilsa uppá og práta, so tað er meira møði enn føði hjá henni at avgreiða eitt vanligt innkeyp.

– Øll børnini kenna hana – men eisini tey vaksnu, sum vóru børn fyri 25 árum síðan – og tí eitur hon onki annað enn Maria-omman í býnum og á stovninum, segði borgarstjórin.

Maria Ludvig hevur arbeitt á Dagstovninum við Løgmannabreyt, síðan hann lat upp í 2003. Áðrenn tað hevur hon verið dagrøktari, umframt at hon hevur starvast í Býlingshúsinum Undir Fjalli.

placeholder
placeholder