2021-08-16 08:02

Danmark skal hava nýggjan menta- og kirkjumálaráðharra. Í gjár boðaði Joy Mogensen, at hon leggur frá sær og fyribils gevst í politikki.
- Eg hava boðað forsætisráðkvinnuni frá, at eg ynski at fara frá sum mentanar- og kirkjumálaráðkvinna, skrivaði hon á Facebook.
Orsøkin er, skrivar hon, at hon ikki longur hevur neyðuga yvirskotið at røkja uppgávurnar, skrivar hon.
Joy Mogensen gjørdist ráðkvinna eftir fólkatingsvalið í 2019 eftir eina tíð sum borgarstjóri í Roskilde.
41 ára gamla Joy Mogensen er við barn og skal føða um ársskiftið. Í 2019 tá hon gjørdist ráðkvinna, var hon eisini við barn, men misti barnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald