
Alt bendir á, at Sólvit E. Nolsø er liðugur í politikki aftaná næsta val.
Á tingfundinum í dag varð boðað frá, at hann gavst sum tingbólkaformaður í Framsókn, og fyri útvarpinum váttar hann, at hann ikki stillar upp aftur eftir næsta val
- Tað er ósannlíkt í løtuni og helst ómøguligt hjá mær at stilla uppaftru fyri Framsókn. Og eg stillo helst ikki upp aftur til næsta løgtingsval, ikki fyri nakran flokk, sigur Sólvit E. Nolsø við útvarpið í kvøld.
Orsøkin er at Framsókn hevur gjørt greitt, at tey sum stilla upp fyri flokkin, skulu taka undir við fríari fosturtøku til 12. viku.
- Hetta er gjørt til ótøkiligan politikk, sum man skal taka undir við, og tað ger tað ómøguligt. Her eru tveir óvíkiligir partar, sum møtast, har tann eini parturin hevur fingið sína støðu sum politikk hjá flokkinum.
- Tí sigi eg, at eg ikki eri partur av framtíðarætlanunum hjá flokkinum, sigur Sólvit E. Nolsø við útvarpið.
Hann fer kortini ikki úr politikki her og nú. Tingmaðurin heldur fram hetta valskeiðið út.
Sólvit Nolsø fekk 249 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022 og gjørdist triðvaldur hjá Framsókn, sum fekk tríggjar tingsessir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald