2018-12-02 10:28
Aftur í ár fara Harmoniorkestrið GHM og kórið Glymur at hava advendskonsert í Hoyvíkar kirkju. Tað verður í kvøld, 2. desember, kl. 19.
GHM er blivin fastur gestur í kirkjuni í Hoyvík í adventstíðini og limir úr orkestrinum hava eisini trúfast spælt, tá jólatræið í Hoyvík verður tendrað. Á konsertini í kvøld fer orkestrið at spæla ymiskt advents- og jólatilfar. Leiðari hjá GHM er Johan Hentze.
Kórið Glymur var eisini saman við GHM á adventskonsertini í Hoyvíkar kirkju í fjør. Á konsertini fer kórið bæði at syngja saman við orkestrinum og tey syngja eisini sjálvi. Leiðari hjá Glymi er Hans Olivur Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald