Leygardagin 28. oktober kl 17 spælir Harmoniorkestrið GHM heystkonsert í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.
Skráin hóskar væl til bæði árstíðina og fjølmentanarvikuna við flottum útsetingum av bretskum, írskum og amerikanskum fólkatónum. At hoyra verða løg sum “Scarborough Fair”, “My bonny boy”, “Highland Cathedral” og onnur. Eisini fer ein minni bólkur av træblásarum úr orkestrinum at framføra eitt verk.
Harmoniorkestrið GHM hátíðarhelt í fjør 100-ára stovningardag. Orkestrið savnaði yvir 100 GHM’arar til at spæla á stórari konsert. Fleiri av hesum høvdu ikki nortið sítt ljóðførið í fleiri áratíggju, men tónleikurin og ikki minst samveran endurkveikti hugin, og nógv teirra eru nú fastir limir í orkestrinum aftur.
Orkestrið telur í dag umleið 40 spælarar, og tað er Maria Wang Reinert, sum stjórnar.
Konsertin leygardagin er ókeypis, men høvi verður at stuðla orkestrinum, sum savnar pening inn til at keypa ljóðføri og til eina ferð at vitja Bornholm – føðistað Bakar Hansens, sum orkestrið er uppkallað eftir (Georg Hansens Minni).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald