Mentan

Giftist í loyndum áðrenn hann doyði

Stutt áðrenn hann doyði, giftist Chadwick Boseman við unnustuni, Taylor Simone Ledward

Taylor Simone Ledward og Chadwick Boseman (Mynd: Getty Images)

Taylor Simone Ledward og Chadwick Boseman (Mynd: Getty Images)

2020-08-31 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin frættust tíðindini um, at Hollywood-sjónleikarin, Chadwick Boseman var deyður eftir at hava strídst við tarmkrabba í fýra ár.

Áðrenn han doyði, giftist Chadwick Boseman í loyndum við unnustuni gjøgnum fleiri ár, Taylor Simone Ledward. Parið hevði verið trúlovað síðan oktober í fjør. Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar.

Chadwick Boseman avdúkaði ongantíð ov nógv um sítt prívatlív, og avdúkaði hann heldur ikki fyri almenninginum, at hann stríddist við krabbamein.

Áðrenn deyðsboðini komu leygardagin, visti almenningurin heldur einki um, at hann og unnustan vórðu blivin gift.

Í almennu fráboðanini, sum familjan legði út á sosialu miðlarnar, stendur, at hann andaðist í heimi sínum, og at "kona hansara og familjan var hjá honum".

Tað er ógreitt, júst nær parið giftist, men sambært miðlinum Page Six, er tað hent innanfyri seinastu mánaðirnar.

Chadwick Boseman, ið er serliga kendur fyri at hava spælt høvuðsleiklutin í Marvel-superhetjufilminum "Black Panther", gjørdist 43 ára gamal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder