Innanlands

Gigni bjóðar tilboð til børn og ung við yvirvekt

Børn við ov høgum BMI, verða ofta avmarkað í rørslu, spæli og ítrótt, umframt at vera í vanda fyri at menna lívsstílssjúkur, lágt sjálvsvirði og sosiala avbyrging

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2024-04-25 16:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fólkaheilsustýrið er júst komið við eini frágreiðing, sum vísir, at tað gongur skeivan veg við vektini hjá føroyingum, og at vit nú teljast millum tey londini, har lutfalsliga flest fólk viga ov nógv.

Skúlaárið 2021/22 vórðu tølini fyri øll skúlabørn í 1. og 9. flokki í Føroyum tald saman. Gigni kunngjørdi tá, at umleið 30 prosent av skúlabørnum í 1. flokki vigaðu ov nógv, meðan 15 prosent høvdu ógvusliga yvirvekt.

Hjá næmingunum í 9. flokki vigaðu umleið 27 prosent ov nógv, meðan seks prosent av dreingunum og 14 prosent av gentunum høvdu ógvusliga yvirvekt.

Børn, ið hava eitt ov høgt BMI, verða ofta avmarkað í rørslu, spæli og ítrótt, umframt at vera í vanda fyri at menna lívsstílssjúkur, hava lágt sjálvsvirði, sosiala avbyrging og so framvegis.

Vit vita eisini, at tað týdningarmesta er at arbeiða fyribyrgjandi. Tað vil siga, at yvirvektin ongantíð kemur. Gigni arbeiðir við at fyribyrgja yvirvekt. Tó mugu vit ásanna, at tað er ein stórur samfelagstrupulleiki, at vit gerast alsamt tyngri.

Í oktober 2023 byrjaði Gigni at nýta skipaðan hátt at viðgera yvirvekt hjá børnum og ungum.

Holbæk-Føroyar er ein heldur øðrvísi háttur at hugsa um yvirvekt, enn vit kanska eru von við.

Hátturin er bygdur á vælgrundaða gransking og hevur víst seg at góð úrslit. Trivnaðurin hjá barninum er í miðdeplinum.  

Viðgerðin er bygd á hesar tríggjar hornasteinarnar: 

  1. Høg yvirvekt verður raðfest og viðgjørd sum ein varandi sjúka. 
  2. Viðgerðin tekur støðu út frá, at kroppurin aktivt strembar eftir at varðveita og verja feittmongdina. Hetta hevur fylgir fyri arbeiðið við høgari yvirvekt, gongdina, viðgerðina og afturstig. Tað hevur við sær, at tað ikki kann setast so einfalt upp, at ein bert skal eta minni og flyta seg meira, og so minkar vektin. Fleiri onnur viðurskifti skulu hugsast við, av tí at kroppurin kann gera soleiðis, at hann nýtir minni orku uppá t.d. hitastýring, immunverju og annað, soleiðis at hann ikki missir av feittmongdini. 
  3. Týðiligt samskifti, soleiðis at øll skilja, hvussu stór mótstøða høga yvirvektin er fyri einstaklingin við yvirvekt. Barnið og familjan skulu kenna seg hoyrd og skilja veruleikan og álvarsemi, soleiðis at tey eru før fyri at taka neyðugu avgerðirnar fyri teirra lív. Skuld og skomm í mun til yvirvekt skal burtur.

Um foreldur ynskja, at fáa eina ávísing til Holbæk viðgerðarháttin ber til at seta seg í samband við egnan heilsufrøðing. Um onkur ikki er knýttur at einum heilsufrøðingi, ber til at venda sær til Gigni. Viðgerðin er ætlað børnum 3-16 ár, sum hava yvirvekt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder